Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Seinasta bind av Havnar søgu lagt fram 11. mai

Útgávan av sætta bindi av Havnar søgu verður løgd fram í Müllers Pakkhúsi hósdagin 11. mai 2023 klokkan 17

Søgan um Havnina er søgan um ein savnandi miðstað. Tað er søgan um støðug framstig og betri lívskor. Nógv eru tey fólk, sum hava evnað til tann høvuðsstaðin, vit hava í dag.

Henda bókin er seinasta bindið í eini røð, sum vísir teir mongu og fjølbroyttu tættirnar í Havnar søgu. Hon snýr seg um tíðina frá landnámi og upp til okkara dagar.

Skráin í Múllers Pakkhúsi er:

Sangur og tónleikur við Ingibjørg Hansen og Ólavi Jakobsen

Heðin Mortensen, borgarstjóri, heldur røðu

Niels Jákup Thomsen, stjóri á Bókadeild Føroya Lærafelags, ber fram eina heilsan

Jens Pauli Nolsø og Kári Jespersen, rithøvundar, greiða frá arbeiðinum at skriva Havnar søgu

Matur og drekka verður at fáa á miðhæddini í Müllers Pakkhúsi