Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Superga-fjallið tók besta liðið í Europa

Í 1939 varð fyrrverandi Torino leikarin, Ferruccio Novo, valdur til formann fyri Torino Football Club. Il Grande Torino sá dagsins ljós. Undir hansara kønu leiðslu og fíggjarliga stuðli, so vann Torino seg upp á tindin, áðrenn seinni heimsbardagi órógvaði fótbóltin so mikið, at kappingin mátti leggjast still. Kappingarárið 1942-43 gjørdist eitt glæsiligt ár fyri Torino FC, sum vann bæði lands- og steypakappingina og gjørdist sostatt fyrsta italska liðið, sum vann greipuna. Serliga sigursrøðin í Coppa Italia skapti virðing, tí liðið spældi 5 dystir í kappingini og vann við málmuninum 20-0. Kríggið brast á og kappingin lá still til 1945-46. Il Grande Torino tók táttin uppaftur beinanvegin og næstsíðsti dysturin ímóti Juventus fekk avgerandi týdning, tá Torino vann grannauppgerðina og seinni meistaraheitið. Kappingarárið 1946-47 leikaði javnt á til helvtin var spæld, men so setti Torino ferð á. Í 16 umførum tapti Torino ikki, og av teimum vann liðið 14 dystir og skoraði tilsamans 104 mál ella nærum 3 mál í hvørjum dysti.

Árið 1947-48 breyt øll mørk. Liðið skoraði 125 mál og lat bert 33 inn í 40 dystum. Boniperti (frá Juventus) gjørdist toppskjútti við 27 málum, men Mazzola skoraði 25 mál og Gabetto 23 mál. Torino vann 10-0 á Alessandria og samanlagt varð tað til 29 sigrar av 40 møguligum. Tað var serliga á heimavølli, at liðið vísti sína stóru styrki, tí har fekk liðið 39 stig av 40 møguligum (19 sigrar í 20 dystum). Frá 20. til 41. umfari tapti liðið ongan dyst (17 sigrar og 4 javnleikir). Samanlagt vann Il Grande Torino við 65 stigum í 40 dystum og við 16 stigum niður til næstu liðini. Eisini setti liðið áskoðaramet, so lítið er at ivast í, at Il Grande Torino eigur pláss í søgubókunum sum eitt av bestu liðum nakrantíð.

Les eisini...  Vit kryddra við øðrum bólkum, sum geva eina annaðleiðis kenslu

So sterkt var liðið um hesa tíðina, at tá Italia møtti Ungarn á heimavølli, tann 11. mai 1947, tá vóru 10 (!) Torino leikarar í landsliðsuppstillingini. Tað var bert málmaðurin, Sentimenti IV, sum kom frá Juventus. Tó kann leggjast afturat, at eykamálverjin var eisini frá Il Grande Torino. Italia vann dystin 3-2.

Við 4 meistaraheitum á rað, so fór Torino við góðum treysti undir kappingarárið 1948-49. Nýggi enski venjarin, Leslie Lievesley (sum løgið nokk hevði spælt við Manchester United), fekk ábyrgdina av liðnum. Tá helvtin av kappingini var farin, tá lógu Torino og Genoa jøvn í oddinum, men 30. apríl mestsum tryggjaði ein 0-0 javnleikur ímóti Inter í Milano 5. meistaraheitið á rað. Tí kundi liðið loyva sær at flúgva til Lissabon fyri at spæla ein vinardyst ímóti Benfica 3. mai. Mikudagin 4. mai setti hópurin seg aftur í flogfarið og heimferðin var byrjað.

Mikudagurin 4. mai 1949 var ein ræðuliga gráur og vátur illveðursdagur. Uppiyvir italska býnum Torino hingu tung og myrk skýggj í fjøllunum rundanum, og tíðliga seinnapartin hoyrdist eisini øgiligur torusláttur í fjallatoppunum. Keðiliga veðrið merkti tó ikki allar íbúgvarnir í Torino, tí teirra fótbóltshetjur vóru á heimferð og fjeppararnir bíðaðu spentir til flogfarið fór at seta seg. “Il Grande Torino”, sum liðið kallaðist, hevði verið í Lissabon og spælt ein venjingardyst ímóti SL Benfica. Hóast ringu floglíkindini, so gjørdi flogskiparin av at gera eina roynd til at lenda. Við 180 km/t og bara 40 metra sýni rendi flogfarið so á Superga-heyggin uttan fyri Torino. Klokkan vísti 17.05 og 31 lótu lív. Av teimum vóru 18 leikarar, 5 frá venjarahópinum, 3 blaðfólk, 4 frá flogmanningini og fyriskiparin av túrinum. Ein hálv millión møtti til jarðarferðina, tann 6. mai.

Les eisini...  Kalpana verður nýggjur dekanur á Námsvísindadeildini

Bert 3 leikarar yvirlivdu, tí teir ikki vóru við av ymiskum orsøkum. Uttan nakran hóp, so var torført at spæla írestandi dystir, men kappingin varð spæld kortini. Ungdómsliðið spældi dystirnar, men har vístu hini liðini virðing fyri støðuni hjá Torino og lótu eisini teirra ungdómslið spæla. Á tann hátt vann Torino síðstu 4 dystirnar og meistaraheitið, sum kortini gjørdist ein beiskur biti.

Árini aftaná gjørdust tung. Torino hevði ilt við at fóta sær og júst 10 ár aftaná flogvanlukkuna flutti liðið niður í Serie B. Liðið vann sær tó uppflyting aftur beinanvegin, men hevði ringt við at gera seg galdandi í italskum toppfótbólti