Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Tim Christensen komin til Føroya

Forsangarin og frontmaðurin í kenda danska rokkbólkinum, Dizzy Mizz Lizzy, er nú lendur í Føroyum, har hann fer at spæla tvær konsertir

Tim Christensen hevur júst kunngjørt eina stóra konsertferð í Danmark, so hetta eru tær fyrstu av nógvum konsertum hjá honum í ár. Hann fer at spæla egin løg og sjálvsagt eisini onkur Dizzy Mizz Lizzy løg, tó verður alt akustiskt og konsertirnar eru skipaðar sum sitikonsertir.

Hann hevur eina konsert í Norðurlandahúsinum í kvøld (hóskvøldið) klokkan 20, og eina konsert í Mentanarhúsinum fríggjakvøldið (dýra biðidag) klokkan 20.

Konsertin í Norðurlandahúsinum var útseld, men har eru nú einkult setur tøk á nlh.fo.

Konsertin í Mentanarhúsinum er ikki útseld enn og atgongumerki eru tøk á atgongumerki.fo.