Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Trúboðarar í Miðeystri tala á missiónsstevnu í Hoyvík

Stevnan byrjar í dag, við bønarmøti í Oasuni í Hoyvík klokkan 20. Dýra biðidag og leygardagin eru møti klokkan 10, 18 og 21 í Lívdini í Hoyvík

Tað er við stórari gleði, at Operation Mobilisering bjóðar tykkum til missiónsstevnuna Missión – Hvat kann eg gera.


Stevnan byrjar í dag, við bønarmøti í Oasuni í Hoyvík klokkan 20. Dýra biðidag og leygardagin eru møti klokkan 10, 18 og 21 í Lívdini í Hoyvík.

Fýra ymiskir trúboðarar tala á stevnuni.

Lisa og Nasir (hetta eru dulnevni) hava virkað sum trúboðarar í Miðeystri í 15 ár, meginpartin av tíðini í Beirut í Libanon. Tey fara at greiða frá arbeiðinum við at siga søguna um Jesus fyri muslimum.

Weronika Czajko er leiðari fyri OM í Póllandi. Tá kríggið í Ukraina brast á fyri góðum árið síðani, var OM Pólland millum tey fyrstu á markinum, at taka ímóti flóttafólkum frá krígnum.

Peter Hedelund er aðalskrivari hjá MAF í Danmark. MAF er eitt flogfelag, sum leggur serligan dent á at flúgva hagar, sum onnur flogfeløg ikki kunnu fara. Tískil verður felagsskapurin sera nógv brúktur av bæði hjálpar- og trúboðarafelagsskapum, sum virka í heimsins mest fjarskotnu økjum.

Til verkstovurnar fáa vit eisini vitjan av Incarnate, sum er listaskúlin hjá OM. Tvær ymiskar verkstovur vera á stevnuni, ein lovsangsverkstova og ein listaverkstova. Endamálið verður at eggja luttakarunum at nýta sínar gávur á listarligu økjunum at tæna Jesusi.

TeenStreet lovsangsbólkurin fer at spæla á ungdómsmøtunum bæði kvøldini klokkan 21, og leygarkvøldið kl 18 stendur SYNG23 við Randi og Símun J. Hansen fyri sanginum.

Meiri kunning um tiltakið er at finna á OM Føroyar á Facebook og á www.om.fo.