Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

U15-hópurin til EfB Elite Cup 2023 úttikin

Jógvan Martin Olsen hevur úttikið 18 ungar mans, sum í mai mánað skulu umboða Føroyar til EfB NorSea Elite Cup í Esbjerg

Í døgunum 15. til 21. mai fer føroyska U15-landsliðið við dreingjum til árligu EfB Elite Cup fótbóltsstevnuna, sum seinastu nógvu árini hevur verið í Esbjerg í Danmark.

Tað er Esbjerg fB (Esbjerg forenede Boldklubber), ið skipar fyri, og umframt føroyska U15-landsliðið, luttaka úrvalslið úr millum annað Noregi, Svøríki, Danmark og Týsklandi á fótbóltsstevnuni.

Jógvan Martin Olsen er venjari hjá U15-landsliðnum, og hann hevur nú sett navn á teir 18 spælararnar, ið eru boðsendir til EfB Elite Cup 2023.

Hópurin
Dánjal Müller, KÍ
Noa Klein Joensen, Víkingur
Bárður Terjason, B36
Hávardur M. Thomassen, B36
Sámal Nolsøe, 07 Vestur
Jóel Tróndargjógv, NSÍ
Jákup K. Poulsen, B68
Axel Holm Simonsen, B36
Samuel Lerulli, B36
Hákun Rask Olsen, HB
John Ziska Joensen, KÍ
Dávid Jørgensson, Víkingur
Dennis Anghel, B36
Tummas Joensen, FC Suðuroy
Dániel Thomsen, EB/Streymur
Magnus Thomsen, EB/Streymur
Markus S. Højgaard, Víkingur
Markus Danielsen, NSÍ

Kelda: Hans Erik Danielsen/fsf.fo