Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Yvirleggjarin skal vera realistiskt høgur til EM-endaspælið í Týsklandi

Agnar Prestá frá portal.fo, Hallur Danielsen frá HSF og Ingi Olsen mannaðu hondbóltspanelið Ásbjørn N. Nattestad skipaði fyri á FM1 í kvøld. Til viðgerðar var søguliga avrikið hjá hondbóltslandsliðnum, gjøgnumgongd av avrikunum í teimum seks EM-undankappingardystunum, fyrireikingarnar og málsetningarnir fyri EM-endaspælinum í Týsklandi, og hvørji lið Agnar, Hallur og Ingi høvdu ynskt, at Føroyar komu í bólk saman við til EM-endaspælið.