Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

07 Vestur var omaná í fyrra hálvleiki – Víkingur var omaná í seinna hálvleiki

Hoyr samrøðurnar Heri Simonsen gjørdi við Høgna Egilstoft Nielsen hjá 07 Vestur og Sølva Vatnhamar hjá Víkingi um dystin 07 Vestur-Víkingur 1-2 (1-0).

Høgni kann staðfesta ein góðan fyrra hálvleik, har teir megnaðu at halda Víkingi frá stóru málmøguleikunum, men í seinna hálvleiki vendi gongdin, og teir stóðu eftir við einum tapi.

Sølvi sigur, at tað var torført í mótvindinum í fyrra hálvleiki, men teir fingu vent gongdini í undanvindinum í seinna hálvleiki. Víkingur hevur havt eina torføra byrjan, men nú sær betur út.