Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Aftur ovast eftir 33 ár

25. november 2020 andaðist ein av bestu fótbóltsspælarum nakrantíð: Diego Armando Maradona. Hansara glæstriskeið var í 1980-árunum, tá ið hann fyrst førdi Argentina til heimsmeistaraheitið í 1986, og síðani førdi Napoli til italska meistaraheitið í 1987 og 1990.

Summarið 2021 tók Luciano Spalletti við sum venjari hjá Napoli eftir Gennaro Gattuso. Fyrsta árið endaði liðið á einum 3. plássi og vann sær rættin til at luttaka í Champions League. Kortini valdu fleiri av teimum royndu leikarunum at stinga í sekkin og rýmdu, harímillum Kalidou Koulibaly, Dries Mertens, Fabian Ruiz og liðskiparin Lorenzo Insigne. Hinvegin vórðu leikarar sum Giacomo Raspadori, Khvicha Kvaratskhelia, Giovanni Simeone og Kim Min-jae keyptir.

Liðið byrjaði væl í Champions League við einum 4-1 sigri á Champions League-finalistinum, Liverpool. Síðani vann liðið heili 6-1 á Ajax og endaði við at vinna bólkin.

Tann 23. oktober vann Napoli 1-0 á Roma, tá liðið vann 11. Dystin á rað í øllum kappingum og javnaði metið, sum liðið hevði sett í 1986 við Maradona á liðnum. Sigurin hevði eisini við, at Napoli legði seg trý stig á odda í Serie A. Tann 13. januar vann Napoli heili 5-1 á Juventus, sum var størsta tapið hjá Juventus í Serie A síðani 1993. Sigurin var eisini 10. heimasigurin í øllum kappingum.

Tá Napoli vann 2-0 á Salernitana 21. januar, legði liðið seg samstundis 12 stig á odda í Serie A og bara triðja liðið, sum hevði vunnið 50+ stig í fyrri hálvu (Juventus í 2013-14 og Inter í 2006-07).

Við einum 3-0 sigri (og 5-0 samanlagt) á Eintracht Frankfurt 15. mars vann liðið seg fyri fyrstu ferð í søgu felagsins í fjórðingsfinaluna í Champions League, men í gjárkvøldið vann liðið Serie A fyri fyrstu ferð síðani 1990, hóast 5 umfør eru eftir at leika.