Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Bátaradio – Beinleiðis á FM1 leygardagin frá klokkan 11.30

Í morgin sendir FM1 sendingina Bátaradio í samband við Bátafestivalin á Toftum. Millum klokkan 11 og til klokkan er farin av 11.30 hoyra vit tvær samrøður, ið Petur Zachariassen hevur gjørt við borgarstjóran í Nes kommunu, Súna í Hjøllum og Kristian Poulsen frá bátafelagnum á Toftum. Tá klokkan er farin av 11.30 verður sent beinleiðis. Vilmund Jacobsen og Petur Asbjørn Lervig fara at gera beinleiðis samrøður frá bátunum og bátafestivalsøkinum fram til klokkan er 15.00.