Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Brighton keypir João Pedro

Brighton hevur keypt Watford áleyparan João Pedro fyri ein prís á umleið 30 mió pund, sambært Fabrizio Romano. Hann hevur skrivað undir ein 5 ára sáttmála og vil skifta til The Seagulls tá ið flytingarvindeyga opnar aftur tann 10. juni 2023.

Tekniski stjórin David Weir sigur millum annað: “Hann er eitt stórt talent, tekniskt væl fyri, skjótur og hevur eitt máltev.”

João Pedro er 21 ára gamal, úr Brasilia og er 1,82 metrar. Hann kann spæla í álopinum, vinstri vongur og sum 10’ari á offensiva miðvøllinum.

Hann byrjaði sína fótbóltleið í brasilska Fluminense og fekk sítt gjøgnumbrot í 2019. Hann spældi í alt 28 dystir og skoraði 7 mál.

Í veturin 2020 skifti hann til Watford fyri umleið 3 mió pund. Inntil víðari hevur hann spælt 109 dystir og skorað 24 mál.

Watford liggja í løtuni á einum 13. plássið í næstbestu deildini í Onglandi. João Pedro hevur hettar kappingarárið skorað 11 mál í 35 dystum.

Sambært fleiri miðlum er James Milner eisini ávegis til Brighton, men enn er tað ikki váttað.