Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fyrri hálvleikur var út av lagi vánaligur hjá AB

Hoyr frásøgumannin, Rúna á Reynatrøð og viðmerkjaran, Arthur Højgaard siga frá sigursmálinum Ragnar Samuelsen skoraði fyri B68 móti AB. Hoyr Arthur taka samanum ein samanumtikið uppibornan sigur til B68, har AB tó spældi ein góðkendan seinna hálvleik. Hoyr eisini samrøðurnar Rúni gjørdi við báðar høvuðsvenjararnar, Jákup á Borg hjá B68 og Henrik Larsen hjá AB.

Jákup harmast, at B68 ikki hevði eina størri leiðslu enn 1-0 í steðginum, men hann er fegin um, at tá AB var so væl við í seinna hálvleiki, at tað lógu trý stig eftir á Toftum.

Henrik staðfestir, at avrikið hjá AB í fyrra hálvleiki var út av lagi vánaligt. Hann er nøgdur við leikliga avrikið hjá AB í seinna hálvleiki, men tað er ørkymlandi fyri teir í AB, at teir ikki fáa umsett málmøguleikarnar til mál og standa bara við einum stigi og einum máli aftaná átta umfør. Enn er lagið tó gott til venjingarnar hjá AB, og menn trúgva upp á, at tað fer at venda skjótt.