Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Ósigraðir í 40 dystum

Tann 5. mai 1998 vann Boca Juniors 4-2 á Huracán. Tað var fyrsti dysturin av 40 á rað, har liðið ikki tapti. Góða gongdin tryggjaði eisini felagnum tvey meistaraheiti.

Góða gongdin byrjaði, tá Carlos Bianchi tók við sum venjari. Hann hevði vunnið trý meistaraheiti og Copa Libertadores, meðan hann stjórnaði Vélez Sársfield frá 1993 til 1996, og hann hevði eisini stjórnað AS Roma eitt stutt skifti.

Boca sigldi ein tungan sjógv í fyrsta kappingarárinum í Clausura undir leiðslu av Bianchi. Sigurin á Huracán kom í 15. dystinum í kappingarárinum, og Boca vann tríggjar sigrar afturat og javnaði ein, tá liðið endaði á einum 6. plássi. Men góða gongdin helt áfram árið, tá liðið vann Apertura anno 1998, har teir vunnu 13 dystir og fingu 6 javnleikir (Apertura svarar til vármeistari og Clausura til heystmeistari).

Góða gongdin helt áfram 16 dystir í Clausura anno 1999, áðrenn Boca tapti 1-4 fyri Independiente 6. juni 1999. Samanlagt tapti liðið sostatt ikki í 40 dystum og endurvann eisini meistaraheitið. Gamla metið ljóðaði uppá 39 dystir og tað var Racing, sum setti tað í 1965-66.

Hóast sigursrøðin varð steðgað, so fekk liðið framvegis góð úrslit, tí Boca vann eitt meistaraheiti afturat, tvær Copa Libertadores og eina Intercontinental Cup, áðrenn Bianchi segði farvæl í 2001. Bianchi tók við aftur í 2003 og vann aftur eitt meistaraheiti, eina Copa Libertadores og eina Intercontinental Cup, áðrenn hann aftur segði farvæl í 2005.