Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Sigfríður: Kappingarskráin er alt ov tøtt og belastandi

Hoyr frásøgumannin, Óla G. Samuelsen og viðmerkjaran, Hans Paula Samuelsen siga frá teimum trimum málunum, ið komu í 3-0 sigrinum hjá HB á EB/Streymi í Hólmanum á Eiði. Hoyr Hans Paula taka stutt samanum ein uppibornan HB-sigur, og hoyr samrøðurnar ÓIi gjørdi við høvuðsvenjaran hjá EB/Streymi, Sigfríður S. Clementsen og við liðskiparan og málverjan hjá HB, Teitur Matras Gestsson.

Sigfríður S. Clementsen staðfestir, at EB/Streymur tíverri ikki vóru klárir, men runnu aftaná í fyrra hálvleiki. Men hann er sera atfinningarsamur um tøttu dystarskránna FSF hevur lagt seinastu vikurnar, ið hann heldur vera alt ov tætta og belastandi fyri leikararnar.

Teitur heldur, at tað hjálpti HB væl at koma tíðliga á odda í dystinum, ið er nakað sum var partur av ætlanini hjá HB við dystinum.