Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Skoraði 60 landskappingarmál sama kappingarár

Erling Braut Haaland hevur higartil skotið 35 landskappingarmál fyri Manchester City, men 5. mai 1928 skoraði Dixie Dean hjá Everton eitt hattrikk ímóti Arsenal og kom tá upp á heili 60 mál í landskappingini – og tað er framvegis met. Harafturat skoraði Dean trý mál í FA Cuppini. Verða allir dystir í kappingarárinum taldir við, skoraði hann samanlagt heili 82 mál.

Árið fyri skoraði George Camsell ikki færri enn 59 mál í landskappingini fyri Middlesbrough og tey fægstu munnu hava ivast í, at metið fór at halda í allar ævir. Í veruleikanum helt metið bara eitt kappingarár, áðrenn William Ralph Dean – Dixie Dean – tók tað. Lætt var tað ikki, tí tá tveir dystir vóru eftir, manglaði hann sjey mál fyri at taka metið. Hann skoraði fýra av málunum ímóti Burnley í næstseinasta dystinum. Leygardagin 5. mai 1927 komu 48.715 fjepparar saman á Goodison fyri at heilsa nýkrýnda meistaranum og síggja Dean skora eitt hattrikk fyri at taka metið frá Camsell. Arsenal legði seg á odda eftir tveir minuttir – Dean javnaði minuttin aftaná. Í 6. minutti varð brotsspark gjørt ímóti Dean og hann skeyt sjálvur brotssparkið í mál. Hann hevði nú javnað metið og hevði ríkiligt av tíð at taka metið, men tað var ikki fyrr enn 8 minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini, at Alec Trup sendi eitt hornaspark inn fyri til Dean, sum skallaði bóltin í mál og skoraði samstundis 60. málið í kappingarárinum.

Dixie Dean hjá Everton var heilt framúrskarandi sum miðframherji og álopsmál, serliga orsakað av frálíka høvuðspælinum (hóast hann bara var 1,78 metrar) í 1920-árunum og 1930-árunum. Hann varð verandi á Goodison til kappingarárið 1937-38, har hann skoraði heili 349 mál í 399 landskappingardystum. Samanlagt skoraði Dean 379 mál í 438 landskappingardystum. Tað er bara Arthur Rowley, sum hevur skotið fleiri mál í landskappingini; hann skoraði 434 mál í 619 landskappingardystum. Dixie Dean doyði 1. mars 1980, meðan hann var til dyst millum Everton og Liverpool.