Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Varnir venjarar undan dystinum millum EB/Streym og HB

Hoyr stuttu samrøðurnar Óli G. Samuelsen gjørdi við høvuðsvenjaran hjá HB, Jákup Martin Joensen, ið hevur vant EB/Streym undanfarnu fýra árini, og samrøðuna Óli gjørdi við hjálparvenjaran hjá EB/Streymi, Arnbjørn Hansen.

Jákup Martin staðfestir, at nú líta teir í HB frameftir og fokusera fult upp á uppgávuna í dag. Arnbjørn viðgongur, at EB/Streymur hevur torføran dyst í dag, men allir mans eru tøkir hjá EB/Streymi, ið ætlar sær at fáa úrtøku í dystinum í dag.