Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Tvey jøvn lið møtast í Vestmanna

Kl. 16 verður spennandi hondbóltsdystur í høllini í Vestmanna, har VÍF og H71 møtast í fyrstu FM-finaluni hjá monnum. Bæði liðini hava í fyrstu atløgu fimm skot í byrsuni.

Í hálvfinalunum vann VÍF á Team Klaksvík, meðan H71 og Neistin vunnu hvør sín dyst og tískil var neyðugt við einum triðja dysti, sum eisini endaði við javnleiki. Tá tveir minuttir vóru eftir, førdi Neistin við einum máli, teir høvdu bóltin og H71 hevði eina útvísing. Neistin brendi sín, H71 fór í álop og Neistin fekk eina útvísing og so skoraði H71. Tá avtornaði lá H71 omaná við einum máli og vann seg í finaluna.

VÍF hevur ein breiðan hóp og nógvar góðar leikarar. Teir vunnu eisini grundspælið, men eru darvaðir av, at frálíki málverjin, Mladen Mjerinacka, hevur drigist við ein fipurskaða, meðan stórskjúttin Filip Jojic ikki hevur skotið so nógv mál sum undanfarin ár. Hinvegin hava Hallur Árason á høgra bakki og Sjúrður Olsen á vinstra vongi víst gott spæl.

Fyri nøkrum mánaðum síðani hevði VÍF ivaleyst verið greiður favorittur, men H71 hevur og har eigur Petur Krogh, sum er Føroya besti verjuleikari og eisini dugnaligur í álopsspælinum sín stóra leiklut. Tað hevur eisini hjálpt væl, at Pauli Jacobsen er komin í málið aftur, eftir at hava roynt seg í næstbestu deildini í Fraklandi og sterki strikuspælarin, Niklas Hanusson Højgaard, er júst afturkomin frá drúgvum skaða.

Fyrsta FM-finalan hjá monnum verður sum sagt kl. 16 í høllini í Vestmanna.