Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Chelsea aftur á sigurskós

Chelsea hevði ikki vunnið í 10 dystir, tá ið teir vóru gestir hjá Bournemouth á Vitality Stadium. Men í dag eydnaðist tað endiliga.

Connor Gallagher opnaði skoringina til Chelsea aftana 9 minuttir. Bournemouth fekk svarað aftur við, tá ið vinstri bakkurin Matias Vina javnaði til 1-1. Hettar var eisini hálvleiksstøðan.

8 minuttir fyri leiktíð stútaði Benoit Badiashile útiliðið á sigurskós, aftaná eitt fríspark í høgra borðið.

Frank Lampard skifti Joao Felix inn fyri Kai Havertz, tá ið nakrir fáir minuttir vóru eftir. Hann fekk eisini sett punktum til úrslitið 1-3.

Chelsea varðveitir støðuna á 12 plássið við 42 stigum. Næsti dystur hjá Chelsea er leygardagin á heimavølli ímóti Nottingham Forest.

Her eru nøkur hagtøl frá dystinum:

BournemouthHagtølChelsea
33,8Possession %66,2
4Skot á mál5
10Skot í alt11
1,22xG (Expected goals)1,77
466Nertingar774
298Avleveringar587
17Taklingar11
25Klearingar10
7Horna7
1Offside0
1Gul kort3
9Brot frammt ímóti11
Kelda – Premier League & Understat

Aðrir dystir vóru eisini spældir í dag:

Manchester City – Leeds 2-1 (2-0)

19′ Ilkay Gundogan 1-0

27′ Ilkay Gundogan 2-0

85′ Rodrigo 2-1

Tottenham – Crystal Palace 1-0 (1-0)

45+1′ Harry Kane 1-0

Wolves – Aston Villa

9′ Toti Gomes

Bournemouth – Chelsea 1-3 (1-1)

9′ Connor Gallagher 0-1

21′ Matias Vina 1-1

82′ Benoit Badiashile 1-2

85′ Joao Felix 1-3

Nú klokkan 17:30 bresta Liverpool og Brentford saman á Anfield Road. Seinast vann Brentford 3-1 á Liverpool.