Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Filip fór gjøgnum blóð, sveitta og tár fyri sigurin hjá VÍF

VÍF vann fyrstu FM-finaluna í Burn-mansdeildini 30-26 á H71 í høllini í Vestmanna. Í steðginum var VÍF á odda 14-11. Hoyr frásøgumannin, Ásbjørn N. Nattestad og viðmerkjaran, Inga Olsen siga frá seinastu minuttunum av dystinum. Hoyr eisini samrøðurnar Ásbjørn við Peter Krogh, ið skoraði sjey mál fyri H71, og toppskjúttan hjá VÍF, Filip Jojic sum skoraði heili 12 mál fyri VÍF. Hoyr eisini Inga taka samanum dystin.

Filip mátti út við skaða í høvdinum, men tíbetur fyri VÍF bleiv hann lappaður somikið saman, at hann kundi koma á vøllin aftur. Filip heldur, at teir í VÍF hava lagt trýst á H71 við at vinna fyrstu FM-finaluna. Peter helt fyri, at har vóru góðir lutir í spælinum hjá H71, men eisini lutir teir mugu bøta uppá um teir skulu sigra í aðru FM-finaluni í Hoyvíkshøllini komandi mikukvøld.

MYND: Sjúrður H. Hoydal