Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Arsenal vinna týdningarmiklan sigur á St. James Park

Martin Ødegaard og Arsenal halda lív í meistaraheitinum, tá ið teir í dag vunnu ein týdningarmiklan 2-0 sigur á Newcastle.

Tað var lagt upp til ein spennandi dyst á St. James Park. Arsenal ið enn eltir Manchester City um meistaraheitið, ímeðan Newcastle royinir at tryggja luttøku um Champions League næsta kappingarár.

Tað var ein tættur dystur, har útiliðið dugdi betri at útnytta møguleikarnir.

Martin Ødegaard legði Arsenal á odda, við einum framúr sparki aftaná 14 minuttir, sum eisini var hálvleiksstøðan.

Gabriel Martinelli var væl upplagdur til dystin og hann avgjørdi eisini dystin, tá ið hann fór dribblandi ígjøgnum verjuna hjá Newcastle. Ein bóltur sum skuldi verða eitt flatt innlegg, var Fabian Schar so óheldigur at prika bóltin í egið mál.

Dysturin endaði 2-0 til Arsenal.

NewcastleHagtølArsenal
54,3Possession %45,7
5Skot á mál6
12Skot í alt10
1,37xG (Expected goals)1,29
596Nertingar546
391Avleveringar343
18Taklingar24
10Klearingar25
9Horna4
0Offside1
2Gul kort1
16Brot frammt ímóti12
Kelda – Premier League & Understat

Við einum dysti fleiri enn Manchester City og 1 stigi aftanfyri, hevur Arsenal hesar dystinar eftir

Brighton (heima) – 14. mai

Nottingham Forest (úti) – 20. mai

Wolves (heima) – 28. mai

Manchester City skal næstu ferð spæla ímóti Everton á útivølli, sum eisini er sunnudagin. Ímillum tann dystin skulu teir spæla hálvfinalu í Champions League ímóti Real Madrid á Santiago Bernabeu.

Ein annar dystur var spældur ígjár, tá ið Liverpool vann 1-0 á Brentford. Málið skoraði Mohammed Salah.