Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Celtic vinnur meistaraheitið

Celtic vunnu skotska meistaraheitið fyri aðru ferð á rað, tá ið teir í dag vunnu 2-0 á útivølli ímóti Hearts.

Málskjúttarnir vóru Kyogo Furuhashi og Hyun-Gyu Oh.

4 dystir eru eftir av kappingini, 13 stig niður til Rangers. Leygardagin er The Old Firm, tá grannarnir Rangers og Celtic spæla á Ibrox.

Felagið úr Glasgow hevur nú vunnið meistaraheitið 53 ferðir. Hitt felagið úr Glasgow, sum er Rangers F.C hava vunnið skotsku deildina 55 ferðir.

Celtic er eisini í finaluni í skotsku steypakappingini, har mótstøðan verður Inverness. Finalan verður leikt leygardagin tann 3. juni á Celtic Park.

Í februar vann Celtic 2-1 á Rangers Scottish League Cup, sum vil siga at teir hava kjans at gera eitt domestic treble.