Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Esmar Palli Fagraberg við nýggjum tónum

Í gjár varð seinna staklagið “Spor” útgivið og er nú tøkt á øllum teimum vanligu stroymingartænastum.

Esmar Palli Fagraberg hevur verið virkin á føroyska tónleikapallinum í fleiri ár og vann í 2014 tónleikakappingina Sement saman við Lyon and the Color Storm. “Spor” er heiti á nýggja staklagnum hjá Esmari Palla Fagraberg. Hann greiðir frá, at sangurin er skrivaður yvir longri tíð, so líðandi, og sangurin snýr seg um teir trupulleikar, ið fólk hava at dragast við.

Um tónleikaslagið greiðir Esmar Palli Fagraberg soleiðis frá:


– Tá ið eg skrivið sangir, leggi eg meg ikki eftir nakrari ávísari tónleikasjangru, men heldur tað, ið eg føli. Hesin sangurin hevur eitt sindur av popp, rokk og kemur nokk undir singer/songwriter.

Hetta er annað staklagið, ið Esmar Palli Fagraberg gevur út undir egnum navni, og spurdur um fleiri útgávur, svarar hann soleiðis:

– Mær dámar væl at skapa tónleik. Eg ætli mær at geva fleiri løg út, og vónandi verður tað styttri í millum útgávurnar enn hesa ferð. Tað hevði verið stuttligt at givið fleiri løg út og síðan ein heildarútgávu, men sum nú er, havi eg ikki beinleiðis ætlanir um tað.

Sangurin er tikin upp í IntroVers Studio hjá Hans Poulsen. Hans Poulsen hevur framleitt, upptikið, ljóðblandað og spælir ljómborð, bass, el-guitar og slagverk. Esmar Palli Fagraberg syngur og spælir kassa- og el-guitar, Jósvá Debes spælir trummur , og Kirstin Terjadóttir Fagraberg syngur eisini við.