Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Filmsvinnan ávirkað av verkfalli

Filmsvinnan í Amerika er í løtuni rakt av verkfalli. Millum annað er Netflix sendirøðin um Eleven, Will Byers, Dustin Henderson og aðrar seinkaðar orsakað av verkfalli.

Fimta og seinasta sendirøðin av Stranger Things, ið Netflix framleiðir, kemur seinni á marknaðin enn ætlað  av hesum. The Writers Guild of America eru farnir í verkfall, og hetta ávirkar fleiri aðrar verkætlanir í films- og sjónvarpsvinnuni til dømis The Tonight show starring Jimmy Fallon, Jimmy Kimmel Live! og Saturday Night Live.

Ætlanin var, at upptøkurnar til Stranger Things skuldu byrja í summar, men nú eru seinkingar komnar, og tað er ikki enn greitt, nær tað verður. Nógv  verður væntað av nýggju røðini, tí Stranger Things 4, ið er tann fjórða røðin, sló nógv met. Higartil er Stranger Things 4 tann mest sædda røðin á Netflix nakrantíð. 1.352 milliardir tímar vórðu sæddir einans 28 dagar eftir, at røðin kom út.

Tvíburðarnir, Matt og Ross Duffer, ið eisini eru kendir sum the Duffer Brothers siga soleiðis um støðuna:

– Vit vóna, at ein góð semja, verður funnin so skjótt sum møguligt, soleiðis at vit kunnu sleppa aftur til arbeiðis. Men inntil tá – over and out.