Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Manchester United tapa enn einaferð á útivølli

Manchester United hevur í alt tapt 9 dystir hettar kappingarárið, harav 8 av teimum hava verið á útivølli.

Í kvøld vóru teir gestir á London Stadium, tá ið mótstøðan var West Ham.

David Moyes og West Ham hava havt tað tórført hettar kappingarárið. Teir seinastu 3 dystirnar hava eisini enda við einum tapið.

Manchester United byrjaðu væl í fyrra hálvleiki og tað sá út til at blíva ein tættur dystur. Men eftir 27 minutti skjeyt Said Benrahma eitt hálvforkøla skot, sum David De Gea ikki kundi halda og bólturin fór í mál.

Í seinna hálvleiki byrjaðu heimaliðið sum eitt óløgi og teir skaptu fleiri góðar kjansir. Tvær ferðir var bólturin í málinum hjá David De Gea, men málini vóru kolldømd í báðum førum.

Manchester United hevði ikki nógv at bjóða uppá, men Martial hevði ein stóran kjans ímóti endanum og kundi javnað, men bólturin fór við síðunar av.

Dysturin endaði við einum 1-0 sigri til heimaliðið West Ham.

West HamHagtølMan Utd
34,6Possession %65,4
4Skot á mál4
15Skot í alt19
1,77xG (Expected goals)1,19
518Nertingar860
345Avleveringar683
17Taklingar14
20Klearingar18
5Horna6
1Offside1
0Gul kort2
4Brot frammt ímóti9
Kelda – Premier League & Understat

Næsti dystur hjá Manchester United er leygardagin á heimavølli ímóti Wolves.

West Ham spælur ímóti Brentford á útivølli, sum verður sunnudagin. Men hósdagin skal West Ham spæla fyrru hálvfinalu í Conference League ímóti AZ Alkmaar, dysturin er klokkan 8.

Við hesum tapinum á West Ham, eru Liverpool og Brighton komin tættari at top 4. Manchester United hava 1 stig niður til Liverpool, men við einum dysti færri. Tí økist spenningurin aftur um Champions League plássini.