Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Áki vann gull og bronsu til NM í boccia

Havnamaðurin Áki Joensen vann tvey heiðursmerki á bocciastevnu í Danmark um vikuskifti, har norðurlandameistaraheitið var á skránni

Um vikuskifti hevur bocciastevna verið í Vejen Sportscenter í Danmark, har norðurlandameistaraheitið var á skránni.

Fyri havnamannin Áka Joensen gjørdist tað ein góð kapping, tí umframt at kappast í einstaklingakappingini, so luttók hann eisini í blandaðari liðkapping saman við einum íslendingi og einum dana, og væl gekst teimum, tí í blandaðu liðkappingini vann liðið hjá Áka gull, eftir at liðið hevði vunnið allar dystirnar.

Eisini luttók Áki í einstaklingakappingini, og har gjørdist hann nummar trý, eftir ein sera spennandi bronsudyst móti danskari mótstøðu.

Fýra føroyingar luttóku til bocciastevnuna í Danmark.

Í alt 108 luttakarar vóru meldaðir til kappingina hesa ferð, skrivar Parasport Føroyar.