Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Í ár Las Vegas – næsta ár Føroyar

Fótbóltsspælararnir hjá Wrexham sluppu ókeypis til Las Vegas í fýra dagar, eftir at liðið flutti upp í League Two í Onglandi. Men stendur tað til annan eigaran, Ryan Reynolds, so kunnu spælararnir vænta sær ein meira róligan túr til Føroya næsta ár

Síðan Hollywood-stjørnurnar Ryan Reynolds, sum vit eitt nú kenna frá Deadpool, og Rob McElhenney keyptu fótbóltsfelagið Wrexham í Wales fyri tvær milliónir pund, hava teir megnað at skapa liðnum nógva miðaumrøðu.

Millum annað bleiv ein sjónvarpsrøð gjørd um fyrsta kappingarárið við nýggju eigarunum, og tað hevur verið ein brakandi sukse, tí móttøkan fyri sjónvarpsrøðini “Welcome to Wrexham” hevur verið sera góð, og næsta sesongin av sjónvarpsrøðini er á veg.

Tað hevur eisini gingið væl á vøllinum, tí liðið er nú flutt upp í League Two, sum er fjórðbesta deildin í Onglandi.

Afturfyri sluppu spælararnir hjá Wrexham ein túr til syndanna bý, Las Vegas, har eigararnir skuldu gjalda fyri alt gildið.

Spælararnir hava nú tikið sær av løttum í Las Vegas í nakrar dagar, og annar eigarin, Ryan Reynolds, hevur eisini skrivað um Wrexham-spælararnar á sínum Instagram-vanga.

Millum annað hevur hann postað eina mynd av tveimum spælarum og einum kendum dj, har hann skrivar: “Næsta ár fara teir til Føroya, har tað verður meditatión í friði og náðum”, og endar so við at skriva “#WrexhaminVegas”.

Um hetta er meint í álvara ella ikki, lata vit lesaran sjálvan avgera, men um ikki annað, so hevur kenda Hollywood-stjørnan givið Føroyum nógva miðlaumrøðu, tí hann hevur 51 milliónir fylgjarar á sínum Instagram-profili.

(Mynd: Ryan Reynolds/Instagram)