Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Ingálvur av Reyni og Nordic String Quartet

Í døgunum frá 9.-14. mai mai sýnir Norðurlandahúsið fram nakrar av hesum tekningum og skitsum eftir Ingálv av Reyni. Eisini verður konsert við Nordic String Quartet í morgin, 9. mai

Listarmaðurin Ingálvur av Reyni hevði sera stóran alsk til tónleik, og var sjálvur dugnaligur og íðin sangari. Tey, sum eru nakað tilkomin, minnast helst, at hann sum áhoyrari á konsertum plagdi at sita aftarlaga í hølinum við penni og pappíri í hond og tekna ella skitsa tað, hann upplivdi.

Í døgunum frá 9.-14. mai mai sýnir Norðurlandahúsið fram nakrar av hesum tekningum og skitsum. Framsýningin letur upp 9. mai, klokkan 17.

Seinni hendan dagin, 9. mai, klokkan 19.30, verður konsert við Nordic String Quartet.

Eftir fáum árum hevur Nordic String Quartet sett sítt týðiliga fingramerki á tónleikapallin í Norðurlondum og aðrastaðni við. Norðurlendskur tónleikur hevur serligt pláss í hjørtum teirra. Á konsertini í Norðurlandahúsinum spæla tey tónleik eftir Pelle Gudmundsen-Holmgreen, Jean Sibelius og Edvard Grieg.

Tey, ið spæla við, eru Heiðrun Petersen úr Føroyum, Mads Haugsted Hansen og Lea Emilie Brøndal úr Danmark og Daniel Eklund úr Svøríki.

Bæði framsýningin og konsertin eru partur av Endurljóð-festivalinum.