Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Landsfelag Pensjónista fingið nýggja nevnd

Tríggir nevndarlimir og tríggir varalimir stóðu fyri vali

Leygardagin 29. apríl hevði Landsfelag Pensjónista aðalfund á Hotel Hafnia, har millum annað nevndarval var á skránni.

Tríggir nevndarlimir og tríggir varalimir stóðu fyri vali.

Í nevndina vórðu vald: Beate L. Samuelsen, Pensionistafelagið í Havn, Ingeborg Vinther, Pensjónistafelagið í sunnaru helvt av Suðuroy og Alfred Olsen, Eldrafelagið á Toftum

Sum varalimir vóru vald:, Erhard Jacobsen, Vága Pensjónistafelag, Elna Lamhauge Strøm, Pensionistafelagið í Havn  og Annvør Jacobsen, Eldrafelagið á Eiði.

Nevndin í Landsfelag Pensjónista hevur skipað seg soleiðis:

Beate L. Samuelsen, forkvinna
Ingeborg Vinther, næstforkvinna
Alfred Olsen, nevndarlimur
Hans Jacob á Kósini, nevndarlimur
Jákup Andreasen, nevndarlimur