Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Landsstevnan í Skúlaleikum

Týsdagin 9. mai verður Landsstevnan í Skúlaleikum í Havn. Skúlaleikir fevnir um 3. – 6. flokkar og samlast tey í Høllini á Hálsi kl. 9.30 til upphiting. Sjálvir leikirnir byrja kl. 10.00 og fara fram á 4 ymiskum økjum: Høllini á Hálsi, Gundadalshøllini, Dansifrøði og á Tórsbreyt. Katrin Dam á Neystabø vitjaði 10’aran og greiddi so hegnisliga frá.