Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Ljóðbrot: Katrin Joensen-Næs sloppin inn á danska filmsskúlan

- Eg hevði hoyrt, at kanska aftaná sjeyndu umsókn hevði tú ein møguleika at sleppa inn. Men so fekk eg knappliga boð um, at eg var sloppin inn. So nú skal eg líka venja meg við tankan, sigur Katrin Joensen-Næs, sum er sloppin inn at lesa til leikstjóra á danska filmsskúlanum

Fyri fyrstu ferð síðan 1970 er ein føroyingur sloppin inn á leikstjóralinjuna fyri spælifilm á danska filmsskúlanum.

Tað er Katrin Joensen-Næs, sum frammanundan hevur leikstjórnað stuttfilmarnar Ábyrgd og Sæla, sum í summar skal niður at útbúgva seg til leikstjóra.

Niðanfyri ber til at hoyra samrøðuna við Katrin Joensen-Næs í tíðindunum á FM1 á døgurða.