Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Løgreglan hjálpti fullum fólki heim

Tað hevur verið eitt rímiliga friðarligt vikuskifti hjá løgregluni, men nøkur fólk máttu hjálpast heim, tí tey vóru ov drukkin, og so blivu tvey fólk tikin fyri rúsdrekkakoyring sunnunáttina

Aftur eitt vikuskifti er farið aftur um bak, og aftur eitt vikuskifti, har løgreglan hevur verið úti og hjálpt fólki heim umframt verið úti og kanna ferð. Og so vóru tvey mál um rúsdrekkakoyring eisini skrivað upp.

Sunnunáttina varð løgreglan tilkallað nakrar ferðir, tí tað var upptakt til harðskap í miðbýnum í Havn, men her fekk løgreglan tosað partarnir til rættis, so her spurdist ikki meira burturúr. Men tó mátti løgreglan hjálpa nøkrum fólkum heim tíðliga sunnumorgunin, tí hesi vóru ov drukkin.

Klokkan 03.30 sunnunáttina bleiv løgreglan tilkallað inn í Eysturoynna, eftir eitt lítið ferðsluóhapp. Her vísti tað seg, at bilførarin var drukkin, so hann er skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.

Eftirsum løgreglan nú var inni í Eysturoynni, so vórðu nakrir bilførarar kannaðir fyri rúsdrekkakoyring, og klokkan 05 bleiv ein bilførari tikin afturat fyri at koyra við kenning, so hann er eisini skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.

Seinnapartin sunnudagin var politiið í Kollafirði og tók ferð í óbygdum øki, og har eru tveir bilførarar skrásettir fyri at hava koyrt ov skjótt. Ein bilførari bleiv tikin fyri at hava koyrt 100 kilometrar um tíman, har tað er loyvt at koyra 80. Hesin fær eina bót.

Men løtu seinni varð ein annar bilførari tikin fyri at koyra ov skjótt. Hesin koyrdi 102 kilometrar um tíman, so umframt eina bót, fær hann eisini eitt klipp í koyrikortið.