Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Vaskikonufilmur: Ein dagur á Glasi

Napoleon Smith, lærari á Glasi, hevur latið úr hondum ein stuttan film ,har hann fær eitt prát við tær mongu vaskikonurnar á skúlanum. - Eg vildi í dag taka mær tíð til at læra tey at kenna, sum fáa samfelagshjólini at mala, meðan vit aloftast súsa forbí, sum teir bilar, vit koyra í, hugleiðir Napoleon Smith

-Eg vildi taka mær tíð til at læra tey at kenna, sum fáa samfelagshjólini at mala.

Soleiðis sigur Napoleon Smith, sum starvast sum lærari á Glasi, og sum fyri stuttum lat úr hondum eitt stuttan og heimagjørdan film um vaskikonurnar, sum starvast har á skúlanum.

Ymiskar eru søgurnar hjá hesum vaskikonunum, og eisini koma tær ymsastaðni frá í heiminum.

Niðanfyri kanst tú síggja filmin, sum Napoleon Smith gjørdi í sambandi við, at hann 27. til 30. apríl var á dokumentarfilmsskeiði í filmshúsinum, har danski dokumentaristurin, Frank. P. Poulsen, undirvísti.