Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Amerikanskur kavbátur kemur í Nólsoyarfjørð í dag

Tað er í samband við manningarskifti, at ein amerikanskur kavbátur kemur á vitjan í Nólsoyarfirði í dag

Uttanríkis- og vinnumálaráðið boðar frá, at amerikanski kavbáturin USS San Juan kemur fyrrapartin í Nólsoyarfjørð í sambandi við manningarskifti.

USS San Juan tók lut í NATO-venjingini Dynamic Mongoose 2023, sum eisini var við Føroyar herfyri.

USS San Juan er kjarnorkurikin og hevur diplomatiskt loyvi at koma í føroyskt sjóumveldi, skrivar Uttanríkis- og vinnumálaráðið.

Vert er at leggja afturat, at hesin kavbáturin var tann fyrsti at koma upp á havfløtuna gjøgnum ísin í Arktis. Hetta var í 1993.