Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Ársins flogbóltsleikarar kosnir – mesti heiðurin fór til føroyameistararnar

Leygardagin vórðu ársins leikar í flogbólti kosnir, har helvtin av teimum 12 virðislønunum fór til útlendsku leikararnar, og átta fóru til føroyameistaraliðini, Mjølnir hjá monnum og SÍ hjá kvinnum

Heitið Ársins leikari fór til argentinska leikandi venjaran hjá Mjølni, Cristian Imhoff, sum eisini varð kosin Ársins álopsleikari. Hjá SÍ gjørdi ukrainska Svetlana Shvanskaya honum kynstrið eftir og varð kosin Ársins leikari og Ársins álopsleikari.

Menninir hjá Mjølni áttu eisini Ársins blokkleikara í 205 cm langa Jóhan Arna Elisson Wang, sum valla kemst uttanum – ella uppum – tá tann virðislønin skal handast, og Ársins stjørnuskot eiga klaksvíkingar eisini í 19 ára gamla Ólavi Johannesen, sum veruliga hevur bitið seg fastan á liðið.

Kvinnurnar hjá SÍ fingu fingu eisini tvær virðislønir aftrat. 20 ára gamla Janna Falkvard, sum í 2019 varð kosin Ársins stjørnuskot, vann hesaferð heiðurin sum Ársins hevari fyri meistarliga spælið á sínum plássi hetta kappingarárið. Og nógv stjørnuskot eru skapt á talentfabrikkini hjá Rajko Petrovic í Sørvági. Eitt av teimum er 17 ára gamla Sofía Weihe Simonsen, sum vann júst tann heiðurin hesa ferð: Ársins stjørnuskot.

Eitt annað talent har vesturi frá er 17 ára gamli Silas Poulsen, sum varð valdur til besta verjuleikara. Lærumeistarin, Rajko, var sjálvur valdur til Ársins venjara hjá monnum. Rajko boðaði fyri kortum frá, at hann gavst sum venjari hjá SÍ eftir eini 20 ár og 202 finalur og fer at royna seg sum venjara í Serbia.

Heitið Ársins venjari hjá kvinnum fór til Ragnar í Haraldstovu, sum við kønari hond hevur stýrt kvinnunum hjá Mjølni til eitt fjórðapláss. Serliga væl gekk eftir nýggjár, og liðið vann 7 av teimum seinastu 8 landskappingardystunum.

Einasti føroyski leikarin, sum ikki spældi við einum føroyameistaraliði, sum vann heiðursløn, var Jakobina Joensen úr KÍF. Jakobina varð kosin Ársins verjuleikari.

Les eisini...  Jónas gull á 400 metrum

Aftrat hesum fekk argentiski úrmælingurin hjá TB-kvinnum, Ariana Pereya Gonzalez, heitið sum besti blokkleikari, og ukrainski hevarin í ÍF, Oleksandr Dmytriiev, varð kosin Ársins hevari hjá monnum.

Heitið Ársins dómari fekk Sune Juul Pedersen.

Tað vóru venjarar og liðskiparar á liðunum í Føroya Tele-deildunum , sum atkvøddu.

Allur listin við Ársins leikarum var hesin:

Ársins leikari, kvinnur:
Svetlana Shvanskaya – SÍ

Ársins leikari, menn:
Cristian Imhoff – Mjølnir

Ársins álopsleikari, kvinnur:
Svetlana Shvanskaya – SÍ

Ársins álopsleikari – menn:
Cristian Imhoff – Mjølnir

Ársins blokkleikari, kvinnur:
Ariana Pereya Gonzalez – TB

Ársins blokkleikari, menn:
Jóhan Arni Elisson Wang – Mjølnir

Ársins hevari, kvinnur:
Janna Falkvard – SÍ

Ársins hevari, menn:
Oleksandr Dmytriiev – ÍF

Ársins verjuleikari, kvinnur:
Jakobina Joensen – KÍF

Ársins verjuleikari, menn:
Silas Poulsen – SÍ

Ársins stjørnuskot, kvinnur:
Sofía Weihe Simonsen – SÍ

Ársins stjørnuskot, menn:
Ólavur Johannesen – Mjølnir

Ársins venjari hjá kvinnum:
Ragnar í Haraldstovu – Mjølnir

Ársins venjari hjá monnum:
Rajko Petrovic – SÍ

Ársins lið
Fyri fyrstu ferð var eisini Ársins lið valt. Tað vóru venjararnir í Føroya Tele-deildunum, sum valdu.

Ársins lið hjá kvinnum:
Kantar:
 Svetlana Shvanskaya (SÍ) og Birgit Guttesen (Ternan)

Miðleikarar: Ariana Pereyra Gonzalez (TB) og Sara Hasku (SÍ)

Hevari: Janna Falkvard (SÍ)

Diagnonalur: Sofía Weihe Simonsen (SÍ)

Libero: Jakobina Joensen (KÍF)

Ársins lið hjá monnum:
Kantar:
 Bjarni Joensen (SÍ) og Mileta Vesovic (SÍ)

Miðleikarar: Jóhan Arni Elisson Wang (Mjølnir) og Tóki í Haraldstovu (SÍ)

Hevari: Oleksandr Dmytriiev (ÍF)

Diagonalur: Cristian Imhoff (Mjølnir)

Libero: Silas Poulsen ( SÍ)