Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fingu serligan heiður

Tveir mans vórðu heiðraðir leygarkvøldið fyri drúgva tænastu innan flogbóltin

Á flogbóltshátíðarhaldinum, sum var hildið í hølunum hjá Føroya Tele leygarkvøldið, fekk Magnus Tausen, fyrrverandi formaður, serligan heiður frá Flogbóltssambandinum fyri drúgva og trúgva tænastu sum formaður í Flogbóltssambandinum í eini 20 ár.

Eisini Niclas Joensen, sum hevur sitið í nevndini í Flogbóltssambandinum í eini 40 ár, fekk gullnál frá Ítróttasambandi Føroya fyri sítt virki flogbóltinum at frama – og ítrótti sum heild.

Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti í ÍSF, handaði Niclas Joensen heiðursbræv og gullnál