Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Føroya kendasta lamb hevur fingið navn – og ein kettuvin

Lambið, sum í farnu viku varð lembt í einum vegjaðara, eitur nú Buldrik. Og Buldrik hevur fingið eina leiksystir: kettlingin hjá bóndanum

Lambið, sum Eliana Svøðstein farna hósdag hjálpti við at lemba í einum vegjaðara, hevur nú fingið navnið Buldrik, og Buldrik hevur tað eftir øllum at døma gott nú á sætta degi.

Eliana Svøðstein sigur, at Buldrik hevur so at siga havt eld í halanum, síðan tað varð lembt, og at Buldrik er sprelskur, djarvur, forvitin og kúllasligur, sum eitt veðurlamb nú einaferð eigur at vera.

Les eisini...  Hjálpti ær at lemba í vegjaðaranum

Og harumframt eru Buldrik og kettlingurin hjá bóndanum eisini vorðnir vinir.

Ærin, sum lembdi Buldrik, er eisini framvegis á lívi, men støðan hjá æruni er nakað ivasom.

Ærin hevur fingið fyri mjólkafepur, og hon roynir at standa á egnum beinum av og á.

Les eisini...  Lambið hevur tað eftir øllum at døma gott

Men ærin hevur eitt stórt brokk, so tað er ivasamt, hvør endin hjá ærini verður. Ærin etur kortini nógv, sigur Eliana Svøðstein, og Buldrik sleppur eisini framat at súgva av og á. Annars fær Buldrik eyka frá bóndanum.