Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Góður laksaprísur gevur Bakkafrosti avlop upp á 565 milliónir

Hóast tøkan var minni, so hevur høgi laksaprísurin givið Bakkafrosti munandi meir í avlopi í ár – samanborið við sama tíðarskeið í fjør

Bakkafrost hevur lagt rakstraravlopið fyri fyrsta ársfjórðing í ár.

Føroyski alirisin sigur í tíðindaskrivi, at rakstraravlopið fyri fyrsta ársfjórðing í ár er 565 milliónir krónur – í mun til 418 milliónir krónur sama tíðarskeið í fjør.

Samlaði umsetningurin fyrsta ársfjórðing í ár er 2,05 milliardir krónur. Sama tíðarskeið í fjør var umsetningurin 1,64 milliardir krónur hjá felagnum.

Lop í prísi
Bakkafrost nevnir, at nøgdin av laksatøku var lægri, meðan prísurin hevur verið hægri. Frá 21.400 tons í fjør til 19.100 tons í ár.

Men verður prísurin fyri sama tíðarskeið í fjør og í ár samanlíknaður, so er prísurin 31 prosent hægri í ár. Hetta tí, at eftirspurningurin er høgur, minni útboð og so spælir inflasjónin eisini inn, greiðir Bakkafrost frá í tíðindaskrivinum.

Gongur betur í Skotlandi
Bakkafrost vísir á, at biologiska menningin við alingini í Føroyum hevur verið góð, tí hevur verið minni av laksalús og so hevur deyðstíttleikin av laksi eisini verið lægri seinastu tíðina.

Í Skotlandi hevur Bakkafrost-samtakið havt eitt sindur av trupulleikum fyrstu árini, eftir at felagið keypti seg inn har, men nú vísir felagið á, at har gongur tað nú munandi betri við alivirkseminum, har biologiska menningin hevur spælt ein stóran leiklut, sambært Bakkafrosti.

Verður hugt í glaskúluna, so metir Bakkafrost, at eftirspurningurin eftir laksi verður eitt til tvey prosent lægri fyrra hálvárið í ár, enn tað var fyri fyrra hálvárið í fjør.

Bakkafrost væntar, at tað verður ein vøkstur upp á fýra til fimm prosent av útboðnum av laksi seinna hálvár í ár. Fyri alt 2023 væntar felagið, at tað verður ein vøkstur upp á tvey prosent, tá tað kemur til útboð av laksi.

Les eisini...  Farcargo fær ein stjóra afturat

Virkið, sum hevur heimstað á Glyvrum, verður mett til at hava eitt virði upp á umleið 29 milliardir krónur á norska keypsskálanum í Oslo, og stendur seg nógv betur á partabrævamarknaðinum enn til dømis tey norsku alifeløgini.