Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Hanus: Vit hildu B36 frá næstan øllum

Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen og viðmerkjaran, Jóan Pauli Jacobsen siga frá báðum málunum HB skoraði í fjórðingsfinaluni móti B36, ið HB vann 2-0. Hoyr eisini samrøðuna Trygvi gjørdi Hanus Sørensen hjá HB.

Hanus heldur, at teir í HB megnaðu at halda B36 frá næstan øllum og vunnu sannførandi. Hanus heldur, at HB stóð perfekt defensivt, sum hann orðar seg. Fyri Hanus er bara eitt á skránni, og tað er, at HB vinnur kappingina um løgmanssteypið.