Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Høvdu rúsevni uppi á sær

Tvey fólk vórðu um vikuskiftið handtikin á flogvøllinum í Vágum fyri at royna at smugla rúsevni til Føroya

Tvey ferðafólk, sum komu á flogvøllin í Vágum ávikavist fríggjadagin og sunnukvøldið, vórðu handtikin við komu, tá hundurin hjá Tollvaldinum vísti á, at har ruggaði ikki alt rætt.

Fríggjadagin varð ein kvinna tikin í tollinum við 100 grammum av kokaini uppi á sær. Kvinnan bleiv tikin til Havnar og varð leygardagin førd fram til grundlógaravhoyr í Føroya rætti.

Kvinnan er varðhaldsfongslað fram til 22. mai, og hon er skuldsett fyri brot á rúsevnislóggávuna.

Boð vóru síðan aftur eftir løgregluni sunnukvøldið, tá ein maður bleiv tikin við smáum nøgdum av ymiskum rúsevnum uppi á sær.

Talan var í hesum førinum um so smáar nøgdir av rúsevnum, at mett var, at hetta var til egna nýtslu. Maðurin bleiv tikin á løgreglustøðina, har hann varð avhoyrdur og síðan leyslatin aftur í gjár. Hann er somuleiðis eisini skuldsettur fyri brot á rúsevnislóggávuna, sigur løgreglan við miðlar.fo.