Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Jákup: Vit duga ov illa at stýra dystum har vit koma á odda

Hoyr frásøgumannin, Rúna á Reynatrøð og viðmerkjaran, Ova Brim siga frá teimum trimum málunum, ið komu í fjórðingsfinaluni á Svangaskarði B68-NSÍ 2-1 (2-0). Hoyr Ova taka samanum dystin, og hoyr samrøðurnar Rúni gjørdi við báðar høvuðsvenjararnar, Jákup á Borg hjá B68 og Sámal Erik “Bagga” Hentze hjá NSÍ.

Jákup er fegin um hálvfinaluplássið, men hann iðrar seg um, at B68 er greitt á odda og tykist í løtum at missa tamarhaldið á dystinum. Jákup heldur, at B68 má læra betur at stýra dystum og hava betur tamarhald á støðuni.

Hóast eina deild lægri og bert eitt tepurt tap, so ergrar Bagge seg um tapið. Hann heldur, at B68 fær tvey alt ov løtt mál í fyrra hálvleiki. So hann vil ikki hoyra um, at 1. deildarliðið, NSÍ fall við æru.