Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Ljósskipanin er óvirkin í løtuni

Ljósskipanin við Tunlarnar norður um Fjall er óvirkin í løtuni. Arbeitt verður við at rætta brekið

Løgreglan skrivar á sínum Facebook-vanga, at ljósskipanin við Tunlarnar norður um Fjall er óvirkin í løtuni, men at arbeitt verður við at rætta brekið.

Verandi farleið Norður um Fjall úr Klaksvík til Árnafjarðar og víðari til Norðdepils, varð tikin í nýtslu, tá tunlarnir vórðu latnir upp ávikavist í 1965 og 1967.

Tunlarnir hava bert eina koyribreyt og tí kann tað ávirka ferðsluna – og bíðitíðina at koyra ígjøgnum, um ljósskipanin ikki virkar.

Tunlarnir lúka heldur ikki nútíðarinnar krøv til hædd, breidd og trygdarútgerð. Fríhæddin er 3,1 metrar og breiddin 3,5 metrar, og tí kunnu stór akfør ikki fara gjøgnum tunlarnar.

Í 2018 var gerandisferðslan 1.400 akfør um samdøgrið, sum Landsverk taldi vestan fyri Árnafjarðartunnilin.