Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Nýggj trygdarpolitisk samtykt fyri Løgtingið

Í komandi tingsetu ætlar landsstýrið at leggja eitt uppskot til samtyktar um trygdarpolitikk fyri Løgtingið

– Trygdarpolitiska støðan er grundleggjandi broytt, og tí er tørvur á einum miðvísum føroyskum trygdar- og verjupolitikki, sum breið politisk semja er um.

Soleiðis svarar løgmaður, Aksel V. Johannesen, millum annað í einum §52a fyrispurningi frá Johan Dahl, løgtingsmanni hjá Sambandsflokkinum.

Aksel vísir á, at verju- og trygdarmál eru felags mál, og tí samstarvar landsstýrið við donsku stjórnina, eisini um komandi verjusemjuna.

– Vit raðfesta eisini samstarv og samskifti við NATO, hvørs ábyrgdarøki Føroyar eru partur av. Hetta verður gjørt fyri at tryggja, at vit eru eru partur av øllum tilgongdum og avgerðum, sum viðvíkja trygdini í Norðuratlatshavi, svarar Aksel V. Johannesen millum annað.

Nýgg samtykt
Landsstýrið ætlar at leggja eitt uppskot til samtyktar um trygdarpolitikk fyri Løgtingið í komandi tingsetu. Seinasta samtyktin er frá 2004.

Hann sigur víðari í svarinum, at Føroyar skulu virka miðvíst fyri, at friður og lágspenningur valda.

– Tað er fortreytin fyri tí frælsa tilverugrundarlagi og teirri menning og vælferð, lond og borgarar teirra um okkara leiðir hava. Tí samstarva flestu londini um okkara leiðir um trygd, og hava somu grundleggjandi trygdaráhugamál, sigur løgmaður.

Verju- og trygdarmál eru felags mál, og tí samstarvar landsstýrið við donsku stjórnina um trygdar- og verjumál.

Hevur álit á landsstýrismanninum í uttanríkismálum
Johan Dahl úr Sambandsflokkinum vildi við fyrispurninginum eisini at hava at vita frá løgmanni, hvørt hann hevur álit á, at landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum megnar at samskifta og samstarva við danskar myndugleikar um verju- og trygdarpolitikkin fyri ríkið, umframt altjóða leiklutin hjá Føroyum í hesum sambandi. Til hendan spurningin svaraði løgmaður stutt og greitt:

Les eisini...  Myndir - B36 - AB 2-1

– Ja, tað havi eg.