Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Steypaturkurin hjá Celtic fekk ein enda

Tann 9. mai 1998 vann Celtic 2-0 á St. Johnstone á síðsta leikdegi í Scottish Premier Divison og teir vunnu sostatt fyrsta meistaraheitið í tíggju ár.

Meistarastríðið varð avgjørt í evstu løtu, tá Celtic byrjaði dagin bara tvey stig framman fyri Old Firm-kappingarneytarnar frá Rangers, sum spældi ímóti Dundee United. Celtic-áleyparin, Henrik Larsson, legði Celtic á odda í 3. minutti, men teir Grønhvítu megnaðu ikki at økja leiðsluna í fyrra hálvleiki.

Tíðliga í fyrra hálvleiki hoyrdist, at Rangers hevði lagt seg á odda 2-0 ímóti Dundee United og tað sendi fjáltrutar bylgjur gjøgnum ta 50.000 stóru mannfjøldina á Celtic Park. Um Rangers vann og Celtic samstundis spældi javnt, so vann Rangers 10. meistaraheitið á rað. Tað kravdist bara eitt mál frá St. Johnstone.

Og tað var óluksáliga tætt við miðskeiðis í seinna hálvleiki, tá áleyparin hjá St. Johnstone, George O’Boyle, akkurát ikki fekk sett høvdið á eitt innlegg fyri opnum máli. Stutt eftir tryggjaði innskiftarin hjá Celtic, Harald Brattbakk, sigurin fyri heimaliðið, tá hann í 72. minutti økti leiðsluna til 2-0. Dagurin endaði, sum hann byrjaði: Celtic førdi tvey stig framman fyri Rangers og vann fyrsta meistaraheitið síðani 1988.