Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Tveir gamlir kenningar við aftur á kvinnulandsliðnum í flogbólti

Birgit Guttesen og Sofía Purkhús Splidt eru úttiknar til kvinnulandsliðið í flogbólti, sum skal taka lut í Silver League-kappingini. Tað eru nøkur ár síðan, at tær seinast vóru á landsliðnum

Landsliðsvenjarin hjá kvinnum, Christian Imhoff, og hjálparvenjarin, Annika á Stongum, hava nú úttikið spælararnar, sum skulu umboða Føroyar í Silver League kappingini, sum verður í mai og juni.

Verður hugt eftir listanum, hvørjar eru úttiknar til landsliðið hesa ferð, so eru tvey nøvn, ið ikki hava verið at sæð í landsliðshøpi seinastu árini. Tað eru Birgit Guttesen og Sofía Purkhús Splidt.

Tær hava verið burtur frá flogbóltinum í nøkur ár, men hava í ár spælt við í Ternuni av Toftum. Og væl hevur gingist hjá teimum, tí nú hevur landsliðsvenjarin givið teimum báðum landsliðsboð. Vert er at leggja afturat, at Birgit eisini kom á ársins lið í ár, tá flogbóltsgalla var um vikuskiftið.

Seinast Birgit Guttesen var á flogbóltslandsliðnum var afturi í 2016, meðan Sofía Purkhús Splidt seinastu ferð, áðrenn hesa landsliðsúttøkuna, var á landsliðnum í 2019, ið prógvar enn einaferð, at gamlir kustar sópa best, sum danska orðatakið sigur.

Føroysku kvinnurnar eru komnar í bólk saman við Portugal, Montenegro og Georgia, har spælast skulu dystir bæði heima og úti.

Sterkasta mótstøðuliðið er uttan iva Portugal, sum liggur sum nummar 15 á styrkislistanum fyri kvinnuflogbóltsliðini í Evropa. Montenegro er styrkismett sum nummar 23 og mett verður, at hetta eru sera trupul mótstøðulið fyri Føroyar, sum er styrkismett sum nummar 37 í Evropa. Síðsta mótstøðuliði, Georgia, er styrkismett sum nummar 38, so spennandi verður her at síggja í hvønn mun styrkismetingin gevur eina veruliga mynd av styrkini hjá liðunum.

Venjararnir, Christian Imhoff og Annika á Stongum, hava úttikið hesar spælarar til dystirnar:

Les eisini...  Ivanka Trump skal vitna móti pápa sínum

Jóhanna Christiansdóttir, TB
Henrikka Wang Jacobsen, Dráttur
Annika Niclassen, Dráttur
Tórfríð Tavsen, Dráttur
Sofía Purkhús Splidt, Ternan
Birgit Guttesen, Ternan
Amanda Niclassen, Mjølnir
Anna Arnhóldsdóttir, Mjølnir
Sirið Hanusardóttir Samson, Mjølnir
Tóta Búadóttir, Fleyr
Óluva Mohr, Fleyr
Guðrun L. Joensen, KÍF
Jakobina Joensen, KÍF
Sofía Weihe Simonsen, SÍ

Føroyska liðið leggur fyri við trimum heimadystum í høllini á Hálsi:

27. mai: Føroyar – Montenegro
31. mai: Føroyar – Georgia
4. juni: Føroyar – Portugal

Útidystirnir eru hesir:

11. juni: Portugal – Føroyar
14. juni: Georgia – Føroyar
16. juni: Montenegro – Føroyar

Føroyska kvinnulandsliðið í flogbólti