Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Eurovision: Hesi tíggju komu víðari til finaluna

Fyrra hálvfinalan í Eurovision var í gjárkvøldið, tá 15 lond vórðu skorin niður til tíggju. Í annaðkvøld skal Rani Petersen royna at vinna sær luttøku til finaluna leygarkvøldið

15 lond eru nú skorin niður til tíggju lond.

Tað hendi í gjárkvøldið, tá fyrra hálvfinalan var í heimsins elstu tónleikakapping, Eurovision, sum í ár verður hildin í Liverpool í Onglandi, tó at Ukraina vann kappingina í fjør.

Svøríki, freistast mann at siga, kom víðari til ársins Eurovision-finalu, og tað gjørdu Finnland og Noreg eisini. Men norska Eurovision-vónin, Alessandra, sat longi á pínubeinkinum, áðrenn tað gjørdist greitt, at Noreg var komið í finaluna, tí Noreg var tað síðsta landið, sum bleiv nevnt av teimum tíggju, ið kom víðari til finaluna.

Í annaðkvøld skal Rani Petersen royna at vinna sær og Danmark víðari luttøku til finaluna leygarkvøldið, tá seinna hálvfinalan er á skránni.

Hann hevur seinastu tvær vikurnar verið í Liverpool, har mannagongdir, royndir, teknikkur og eftirmeting hevur verið á skránni.

Framførslan hjá Rana – Reiley – verður eitt sindur øðrvísi enn hon var til danska grand prixið. Reiley verður einsamallur á pallinum, og fer tí ikki at hava dansaranar við á pallinum.

Í annaðkvøld koma tíggju lond eisini víðari til finaluna leygarkvøldið, og sambært tónleikaserfrøðingum, so fer tað at ríða um snarið, at Reiley kemur víðari til finaluna.

Hesi londini komu í gjárkvøldið víðari til finaluna:

* Noreg – Alessandra: “Queen of Kings”.

* Serbia – Luke Black: “Samo Mi Se Spava”.

* Portugal – Mimicat: “Ai Coração”.

* Kroatia – Let 3: “Mama ŠČ!”.

* Sveis – Remo Forrer: “Watergun”.

* Ísrael – Noa Kirel: “Unicorn”.

* Moldova – Pasha Parfeni: “Soarele şi Luna”.

* Svøríki – Loreen: “Tattoo”.

* Kekkia – Vesna: “My Sister’s Crown”.

* Finnland – Käärijä: “Cha Cha Cha”.

Les eisini...  Moldova vinna óvantandi ímóti Pólandi

Hesi londini komu ikki víðari:

* Malta – The Busker: “Dance (Our Own Party)”.

* Niðurlond – Mia Nicolai & Dion Cooper: “Burning Daylight”.

* Lettland – Sudden Lights – “Aijā”.

* Írland – Wild Youth: “We Are One”.

* Aserbadjan- TuralTuranX: “Tell Me More”.

Her ber til at síggja teir 15 sangirnar, sum vóru við í fyrru hálvfinaluni í Eurovision.