Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fyrsti at spæla fimm HM-endaspøl er deyður

Mexikanski málmaðurin, Antonio Carbajal, sum gjørdist fyrsti leikarin at spæla fimm HM-endaspøl, andaðist í dag, 93 ára gamalur. Carbajal hevur verið innlagdur á sjúkrahús í býnum León orsakað av trupulleikum við blóðtrýstinum. Hann varð útskrivaður og doyði heima.

“El Cinco Copas”, sum hann varð kallaður, spældi 11 HM-dystir fyri Mexico frá 1950-66. Tríggir aðrir mexikanarar hava síðani gjørt tað sama: Rafael Márquez, Andrés Guardado and Guillermo Ochoa. Aðrir eru Lionel Messi fyri Argentina, Cristiano Ronaldo fyri Portugal, Lothar Matthäus fyri (Vestur)Týskland og Gianluigi Buffon fyri Italia.

Carbajal byrjaði Maracanã leikvøllinum tann 24. juni 1950, har hann var yngsti málverjin í endaspælinum. Í 1962 gjørdist hann tann fyrsti, sum spældi fýra HM-endaspøl og vann eisini fyrsta HM-sigurin við Mexico nakrantíð: 3-1 á Tjekkoslovakia í bólkaspælinum. Síðsti HM-dysturin var á Wembley leikvøllinum tann 19. Juli 1966. Í 11 HM-dystum lat hann 25 mál inn og tað er met saman við málmanninum hjá Saudi Arabia, Mohamed Al-Deayea, í 2002.

Antonio Carbajal spældi fyri León frá 1950 til 1966 og vann tvey meistaraheiti (1952 og 1956).