Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fyrsti landsdystur millum Ongland og Týskland

Tann 10. mai 1930 møttust Ongland og Týskland fyri fyrstu ferð í einum A-landsdysti. Dysturin endaði við einum 3-3 javnleiki í Berlin.

Enska fótbóltssambandið sendi í november 1899 eitt lið sett saman av áhuga- og yrkisleikarum á eina fótbóltsferð í Týsklandi og Eysturríki. Týska fótbóltssambandið varð ikki stovnað fyrr enn 28. januar 1900, so talan var um eitt týskt úrvalslið. Enska liðið spældi tveir dystir í Berlin og vann ávikavist 13-2 og 10-2, síðani spældi liðið í Prag og Karlsruhe ímóti einum samansettum týskum-eysturríkskum landsliði, og Ongland var aftur nógv betri og vann tá ávikavist 6-0 og 7-0.

Men dysturin í Berlin í 1930 var fyrsti A-landsdysturin ímóti Týsklandi. Tá Joe Bradford longu í 8. minutti legði Ongland á odda 1-0, sá mynstrið út til at endurtaka seg frá undanfarnum dystum, men Richard Hofmann javnaði fyri Týskland í 21. minutti.

Liðini skoraðu aftur eitt mál í part, har áðurnevndu málskjúttar, Bradford (31.’) og Hofmann (49.’) aftur skoraðu hvør sítt mál. Hofmann skoraði síðani eitt hattrikk í 60. minutti og legði Týskland á odda 3-2. Týskland helt skansan í 20 minuttir, tá David Jack sendi bóltin í netið og javnaði til 3-3 fyri Ongland.

Tað var annars enski venjarin, Jimmy Hogan, sum keypti Richard Hofmann frá Meerane SV til Dresdner SC. Hofmann byrjaði á landsliðnum við einum hattrikki ímóti Sveits í 1927 og skoraði eisini hattrikk ímóti Svøríki (1929), Danmark (1931) og Finnlandi (1932). Samanlagt skoraði hann 24 mál í 25 landsdystum.

Síðani er vent í holuni, tá Ongland og Týskland hava dystast, men nógv umrøddi sigurin í HM-finaluni tann 30. juli 1966 á Wembley fløvar framvegis, har Ongland skoraði eitt umstrítt mál.