Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Møgulig ósemja kann darva arbeiðinum í Sandoyartunnilinum

Tað hoyrist, at ósemja hevur tikið seg upp millum tunnilsfelagið og NCC, sum skal gera tunnilin. Teitur Samuelsen, stjóri í tunnilsfelagnum, vil ikki gera viðmerkingar

Jacob Vestergaard, tingmaður fyri Fólkaflokkin, spyr nú Aksel V. Johannesen, løgmann, um tað passar, at ósemja er millum P/F Eysturoyar. Og Sandoyartunnil og arbeiðstakaran NCC um at gera Sandoyartunnilin lidnar.

Jacob Vestergaard vísir á, at arbeiðið at gera Sandoyartunnilin hevur gingið skjótari enn tíðarætlanin, og at ósemjan skal sigast at snúgva seg um ein møguligan bonus til NCC, um NCC letur felagnum tunnilin áðrenn ásettu tíðina.

Jacob Vestergaard vísir samstundis eisini á, at tað hoyrist, at undirarbeiðstakarar ikki sleppa til verka, fyrr enn NCC er liðugt við sítt arbeiði.

Teitur Samuelsen, stjóri í tunnilsfelagnum, hvørki váttar ella avsannar tíðindini, men vísir á, at bíðað verður eftir, at løgmaður setir seg í samband við tunnilsfelagið um fyrispurningin, og at fyrispurningurin verður tí svaraður tann vegin.

-Tað kann virka skilaleyst, at ein ósemja ger, at tunnilin ikki verður gjørdur liðugur og tikin í nýtslu, skjótast til ber, skrivar Jacob Vestergaard í viðmerkingunum til fyrispurningin, ið er settur sambært grein 52a í tingskipanini.