Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Pengarnir fara ikki at fylgja barninum

Uppskotið um at geva kommununum heimild at rinda foreldrum pening fyri at ansa eftir egnum børnum við hús fall í dag við aðru viðgerð

Uppskotið hjá Fólkaflokkinum um, at foreldur skula kunnu fáa pening fyri at vera heima hjá børnum sínum – tað, sum eisini verður kallað pengarnir fylgja barninum, fall í tinginum á dag við aðru viðgerð.

Endamálið við uppskotinum var, at tað skuldi vera møguligt, at kommunurnar fingu heimild at rinda ein part av kostnaðinum fyri stovnspláss til foreldur, um tey velja at ansa egnum børnum við hús, heldur enn at senda tey á stovn.

Upprunaliga varð uppskotið sent til hoyringar av táverandi landsstýrismanni, Sólvit E. Nolsøe, men val varð útskrivað, áðrenn uppskotið kom fyri tingið.

Uppskotið varð tí lagt fram aftur av Fólkaflokkinum.

Men við 12 atkvøðum fyri og 17 atkvøðum ímóti fall uppskotið við aðru viðgerð í dag.

Upprunaligi uppskotssetarin, Sólvit E. Nolsøe, fór undan valinum úr Fólkaflokkinum og í Framsókn, og á heldur løgnan hátt atkvøddi hann tí í dag ímóti sínum egna uppskoti.