Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Rói E. á Skipagøtu: Vit fingu steðga krossspælinum hjá VÍF í kvøld

Hoyr frásøgumannin, Sjúrður H. Hoydal siga frá dystarendanum av 2. FM-finaluni í Burn mansdeildini H71-VÍF 28-21 (13-8), ið merkir, at nú stendur á jøvnum 1-1 í FM-finalunum. Hoyr eisini samrøðurnar Sjúrður gjørdi við Róa Ellefsen á Skipagøtu, ið skoraði 10 mál fyri og gjørdist toppskjútti hjá H71, og samrøðuna Sjúrður gjørdi við Andrias Eriksen hjá VÍF.

Rói fegnast um, at teir í H71 fingu steðga krossspælinum hjá VÍF, og staðfestir, at tað var eisini týdningarmikið, at Filip Jojic ikki fekk so nógv burturúr í kvøld. Andrias er sera vónbrotin um slaka avrikið hjá VÍF í kvøld, og vónar av hjarta, at hetta var botnstøðið hjá VÍF. Hann lovar bót til bata til 3. FM-finaluna í høllini í Vestmanna, leygarkvøldið klokkan 19. FM1 sigur beinleiðis frá tí dystinum.