Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Tveir próstar kunnu nú virka í sama próstadømi

Løgtingið samtykti í gjár at broyta lógina um fólkakirkjuna í Føroyum soleiðis, at tveir próstar nú kunnu virka í sama próstadømi

Løgtingið samtykti í gjár at broyta lógina um fólkakirkjuna í Føroyum soleiðis, at tveir próstar nú kunnu virka í sama próstadømi, hvør við sínum parti av próstauppgávunum.

Ætlandi verða uppgávurnar býttar soleiðis próstanna millum, at dómpróstur heldur fram við at røkja dómkirkjuna og at hava um hendi fíggjarstýringina í mun til allar kirkjusóknirnar í landinum, meðan nýggi prósturin skal røkja umsjónina við kirkjubókaføringini, og hava um hendi partar av starvsfólkauppgávunum vegna biskup.

Hettar er ein smidlig loysn, sum verður roynd í staðin fyri at býta landið upp í fleiri próstadømi.

Landsstýriskvinnan fegnast um, at allir partar á kirkjuøkinum, og so at siga øll tingfólk, hava verið samd um at skapa kirkjuni hendan møguleikan bæði skjótt og væl.

Próstur er ikki eitt egið starv, men eitt embæti, sum ein sóknarprestur fær at røkja afturat embæti sínum sum sóknarprestur.

Ætlanin er at lýsa próstaembætið leyst millum allar sóknarprestar í Føroyum at søkja sum skjótast, eftir at lógin er kunngjørd.

Kelda: Almanna- og mentamálaráðið